Aarhus Universitets segl

No. 525: Kannað verður, um “nýggj” dálkingarevni eru í grønlendskum og føroyskum havumhvørvi (F)

Vorkamp, K., Dam, M., Riget, F., Fauser, P., Bossi, R. & Hansen, A.B. Faglig rapport fra DMU nr. 525, 2004

 

Úrtak

 

Kannað verður, um "nýggj" dálkingarevni eru í grønlendskum og føroyskum havumhvørvi

 

Mannaskapt lívfrøðilig evni, sum niðurbrótast seint (POPs), eru undir regluligari eftiransing í Grønlandi og í Føroyum sum partur av altjóða verkætlanini "Arctic monitoring and Assessment Programme (AMAP)". Henda eftiransing er fyrst og fremst við havumhvørvinum. Ein lýsing av upphópingini av POPs upp gjøgnum føðiketuna í sjógvi er ein týdningarmikil táttur í kanningini, við tað at djór í teimum ovaru føðiliðunum hava stóran týdning sum døgurðamatur.

 

Endamálið við hesi kanning var at vita, um "nýggj" dálkingarevni vóru at finna í lívfrøðiligum sýnum frá grønlendska og føroyska havumhvørvinum. Hesi dálkingarevni eru evni, sum eru eyðmerkt sum møgulig POPs, og sum sera avmarkað vitan er um, um tey koma fyri í grønlendskum og føroyskum umhvørvi. Høvuðsdentur varð lagdur á møguliga upphóping av evnunum. Tey útvaldu grønlendsku sýnini fata um botnsetur og djór úr ymsum stigum í føðiketuni, vanliga ulku, teista, ringkóp, sildreka og ísbjørn. Tey føroysku sýnini eru tikin av djórum, sum eru ovarlaga í føðiketuni: grindahvali (hannhvalum, honhvalum og hvølpum) og havhesti.

 

Fylgjandi evnisbólkar eru vorðnir útvaldir í kanningarverkætlanini í samsvari við tjóðar- og altjóða AMAP-tilmælini: Perfluorerað alky-lerað evni (PFAS), polychloreraðir naphthalenar (PCN), bromeraðir logatálmar sum polybromeraðir diphenyl etharar (PBDE) og poly-bromeraðir biphenylar (PBB), tetrabromobisphenol A (TBBPA), hexa-bromocyclododecan (HBCD) og syntetiskar musksambindingar og phthalatar. Í hesi verkætlanini eru ment nýggj greiningarháttaløg fyri PFAS, PCN, PBB, musksambindingar og phthalatar. Tað hevur ikki verið gjørligt at menna greiningarháttaløg fyri TBBPA og HBCD, tí hesi evni hava serstakar alis- og evnafrøðiligar eginleikar.

 

Í samsvari við ta vitan, ið er tøk nú um PFAS í lívfrøðiligum tilfari, var perflurooctane sulfonat (PFOS) tann ráðandi fluoreraða sambin-dingin í flestum sýnum, síðan kom PFOSA, sum varð funnið í rættiliga stórum megni (konsentratiónum) í grindahvali (43-62 ng/g vátvekt) og sildreka (29 ng/g vátvekt). PFOS varð funnið í megni oman fyri mátingarmarkið (9.6 ng/g vátvekt) í 13 av 16 sýnum. Úrslitini úr Grønlandi vístu økt megn av PFOS í røðini; vanlig ulka < ringkópur < ísbjørn, sum bendir á lívfrøðiliga upphóping upp gjøg-num føðiketuna. Megnið í ísbjørn var innan fyri tað, sum er funnið í Alaska og Hudson Bay, Kanada. Við støði í tí stóra PFOS-megninum verður mælt til at gera afturlítandi tíðarrákgreiningar. Harumframt verður mælt til at fylgja við gongdini í PFAS-megni í lyklasløgum úr Grønlandi og Føroyum, við tað at PFOS-líknandi evni enn eru í nýtslu og ikki verða stýrd við avmarkingum sum nú er.

 

Úrslitini fyri PCN vístu, at hesi evni vóru til og vóru upphópað í grønlendskum og føroyskum sjódjórum. Hægri PCNinnihald vórðu funnin í sjódjórum úr Føroyum enn í djórunum úr Grønlandi. Megnið í grindahvølpum úr Føroyum (4.068 pg/g lipid vekt) var 10 ferðir størri enn í hvítfiski úr arktiska partinum av Kanada. Í grinda-hvalum var toksisitetsekvivalenta (TEQ) megnið grundað á PCN á sama støddarstigi sum dioxin TEQ-megnið. Tann ráðandi PCN-congenurin í grindahvali og havhesti var CN-66/67, og í ísbjarnum var hann CN-68. Við støði í hesum úrslitum verður mælt til at kanna fyri PCN í føroyskum sløgum, ið hava dioxin TEQ-megn nær við markvirði í EU. Grønlendsku sýnini eiga at verða endurkannað við einum neyvari greiningarháttalag, áðrenn fleiri tilmæli verða gjørd.

 

Bæði PBDE og PBB hópast upp ígjøgnum føðiketuna eins og poly-chloreraðar biphenylir (PCB). PBB hevði helling til at upphópast í størri mun enn PBDE. PBB-megnið var minni enn PBDE-megnið, men lutfallið millum PBDE og PBB øktist í raðfylgjuni ringkópur < grinda-hvalur < havhestur < ísbjørn við sum heild sama megni av PBDE og PBB í ísbjørn.

 

Størsta PBDE-megnið varð funnið í sýnunum av grindahvali, og tað var uml. 15 ferðir størri enn megnið í ísbjørn (52 ng/g lipid vekt). Hetta váttar, at megnið í grindahvali er millum tey størstu megnini, sum eru funnin í arktiskum sjósúgdjórum. PBDE-megnið í Eystur-grønlandi var á sama støddarstigi sum í Svalbarð, og megnið í Vesturgrønlandi var tað sama sum megnið í arktiska partinum av Kanada. Geografiska mynstrið av PBDE er tí tað sama sum PCB-mynstrið. Teir ráðandi congenarnir vóru BDE-47 og BDE-99, undantikið í ísbjørn, sum hevði størri partar av BDE-153 enn BDE-99. BB-153 var sum heild tann ráðandi PBB-congenurin av teimum kannaðu congenunum.

 

Tilmælini fyri PBDE fata eisini um eina afturlítandi tíðarrákgreining og eina framtíðar støðiseftiransing, við tað av PBDE enn verður framleitt og nýtt í Norðuramerika. Orsakað av upphópingarmøguleikunum hjá PBB eigur tað at verða kannað í grønlendskum og føroyskum djórum, ið eru ovarlaga í føðiketuni fyri at fáa eitt betri dátugrundarlag fyri, hvar PBB kemur fyri, og hvussu stórt megnið er.

 

Tær syntetisku musksambindingarnar eru bert funnar í mátandi megni í ísbjarnalivur. Tó er í næstan øllum sýnisdømunum uttan í botnsetri funnið tekin um, at musksambindingar eru til staðar. Við tað at evnini eru ávíst, verður mælt til at greina tey verandi sýnini av djórum, ið eru ovarlaga í føðiketuni, men tað er neyðugt við neyvari og dyggari greiningarháttaløgum fyri at raka við evnini á sporevnisstigi. Um so er, at váttast kann, at musksambindingar eru til staðar, kann vera neyðugt at hava eftiransing við megnisgongdini, við tað at hesar sambindingar enn verða nýttar.

 

Phthalatar og ein adipatsambinding vórðu ávíst í øllum sýnum við størstum megni í ísbjørn úr Eysturgrønlandi, havhesti úr Føroyum og ringkópi úr Eystur- og Vesturgrønlandi. Tey størstu megnini millum tey kannaðu evnini vórðu funnin fyri DEHP (75-161 ng/g vátvekt) og DEHA (2,5-144 ng/g vátvekt). Tað er merkisvert, at pththalatar eisini eru funnir í botnsetri og í sløgum, sum eru niðarlaga í føðiketuni. Ein møgulig upphóping er eftir øllum at døma ikki so týðilig sum fyri halogeneraðar sambindingar. Tað verður tí mælt til at gera eina føðinetakanning fyri at fáa meiri vitan um, um phthalatar eru til staðar í havumhvørvinum, og metast má um eina møguliga upphóping. Greiningarháttalagið má eins og í sambandi við musksambindingarnar betrast viðvíkjandi neyvleika og dyggleika.

 

Korrelatiónsgreiningar eru gjøgnumførdar fyri at eyðmerkja líkleikar í fyrikomingini av evnisbólkunum. Hagfrøðiliga frámerkjandi korrelatiónir eru funnar millum tey flestu pør av teimum halogeneraðu evnisbólkunum, t.e. PBDE/PBB og PFAS/PBDE og ein veikari korrelatión millum PCN/PBDE og PCN/PBB. Phthalatarnir broytast ikki samsvarandi teimum halogeneraðu evnisbólkunum, men vísa eina sínámillum korrelatión. Høvuðsorsøkin til korrelatiónirnar verður roknað at vera líknandi upphópingarmynstur.

 

Hele rapporten i pdf format (2.285 kB)